Nakrir Sálmar og Rímer

kr.200,00

In stock

Category:

Description

Nakrir Sálmar og Rímer
Diktað hevur Hejne Djurhuus
Útgivin: 1951
Síðutal: 32 (15 yrkingar)
Standur: góður
Perma: í bleytari permu

Heini Djurhuus (1889-1955)

Heini Djurhuus. Hann var føddur Innan Glyvur í 1889 og vaks upp her síni fyrstu ár, til hann um 10 ára gamal fór til fosturs hjá kenda útróðrarmanninum Jóan Karl á Skála. Komin til mans fór hann til skips var til lands í Íslandi og róði út heima, til hann vegna heilsubrek legðist uppi á landi og fór at arbeiða sum vegmaður.

Heilt frá ungum árum las hann nógv og fekst við at seta saman rímur og sálmar. Í 1930 gav hann út bóklingin »En sømands lille bønnebog samt en betragtning over Jesu lidelse og død«, ið skrivaður var á donskum, og í 1951 kom sálma- og rímusavnið »Narkir Sálmar og Rímer«, sum rættskrivingarliga er merkt av tí tvørleika, tað tá var at prenta føroyskan tekst á danskari prentsmiðju.

Hann andaðist í 1955.

Úr: Árni Dahl: Bókmentasøga I-III. Fannir. 1980-83.

Additional information

Weight 35 g
+0